Útbúgvingarbólkur: Hægri útbúgvingar

Hægri útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya

  • Sjúkrarøktarfrøði (B.Sc.)

    Við útbúgvingini sum sjúkrarøktarfrøðingur fært tú førleika til at røkta sjúk fólk í øllum aldri og lívsstøðum. Tú fært eisini førleika at fyribyrgja sjúku og fremja heilsu. Útbúgvingin gevur atgongd til víðari lestur, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.

  • Samfelagsvísindi (B.S.Sc.)

    Her fært tú fjølbroytta vitan um samfelagsvísindalig viðurskifti við serligum denti avbjóðingar, sum smátjóðir standa hava í støðugt meira altjóðagjørda heiminum. Útbúgvingin er fyri tey, sum hava áhuga fyri samfelagsskipanum, og hvussu hesar skipanir virka, stýrast og mennast.

  • Stjórnmálafrøði (B.S.Sc.)

    Her fært tú vitan um politisk og umsitingarlig viðurskifti við serligum denti á avbjóðingar, sum smátjóðir hava støðugt meira altjóðagjørda heiminum. Stjórnmálafrøði er fyri tey, sum hava áhuga í, hvussu politikkur verður skaptur, skipaður og broyttur.

  • Søga (B.A.)

    Við hesi útvbúgvingini ert tú væl ílatin til arbeiðsmarknað og víðari lestur. Tú fært fjølbroytta vitan og innlit í søgulig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar, sum smátjóðir møta í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.

  • Dátuvísindi (M.Sc.)

    KT-vinnuni tørvar fólk við hesari høgu útbúgvingini, sum eisini gevur grundarlag fyri framtíðar KT-gransking á ph.d-stigi. M.Sc. í Dátuvísindum byggir víðari á førleikarnar givnir í B.Sc. í KT-verkfrøði og útbýr serfrøðingar til KT-vinnuna og gransking.

  • Embætisprógv í Lóg (Emb.L.)

    Hetta er útbúgvingin, sum samsvarandi rættargangslógini fyri Føroyar er kravd fyri at virka sum eitt nú dómari, advokatur og ákæri í Føroyum og Danmark. Tey útbúnu væntast at fata og kunna greina lóg og løgfrøði við atliti at serføroyskum rættarevnum og lóg í smáum løgdømum.

  • Føroyskt (M.A.)

    MA-útbúgving í føroyskum veitir kunnleika á høgum akademiskum stigi í vísindaligum lærugreinum í føroyskum. Útbúgvingin mennir evnini hjá studentunum til kritiska støðutakan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði. Tú fært góðan førleika at undirvísa á høgum stigi og at arbeiða í t.d. fjølmiðlum, á forløgum, sum týðari og málsligur ráðgevi.

  • Heilsuvísindi (M.Sc.)

    Her fáa almanna- og heilsustarvsfólk førleikar at greina og menna egið fakøki og at seta í verk granskingarverkætlanir ella gerast partur av størri granskingarverkætlanum. Útbúgvingin er skipað sum annaðhvørt fulltíðar- ella parttíðarlestur, sum tekur ávikavist 2 og 4 ár.

  • Løgfrøði (M.A.)

    Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi førleikar á høgum stigi í løgfrøði. Tey útbúnu skulu fata og kunna greina lóg og løgfrøði við atliti at røð av løgfrøðiligum evnum, eitt nú lóg hjá smáum løgdømum í samveldisstøðu. Góðir starvsmøguleikar eru í almennari og privatari fyrisiting, har kravið er løgfrøði.

  • Leiðsla og Skipan (M.A.)

    Her fært tú granskingargrundaða vitan um leiðslu og skipan í nýmótans organisatiónum. Lesandi skulu skilja, greina og kjakast um torskildar avbjóðingar, eyðmerkja trupulleikar, hugsa og virka strategiskt, fyrireika seg til leiðsluleiklutir, menna leistir til organisatoriskan framburð, sum vísa samfelagsábyrgd og eru etiskt haldgóðar o.m.a.