Tú fært førleika at arbeiða við samfelagsligum og stjórnmálafrøðiligum uppgávum í tí privata, almenna og sjálvbodna geiranum. Her verður dentur lagdur á kritiska hugsan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði. Útbúgvingin hevur eisini til endamáls at menna førleikar til at virka bæði í smátjóðum og í størri londum og altjóða samanhangum.
Útbúgvingarbólkur: Hægri útbúgvingar
Hægri útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya
Søga (M.A.)
Tú fært hollar førleikar at arbeiða við søguligum og samfelagsligum uppgávum í tí privata, almenna og sjálvbodna geiranum. Dentur verður lagdur á kritiska hugsan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði. Útbúgvingin hevur eisini til endamáls at menna førleikar til at virka bæði í smátjóðum og í størri londum og altjóða samanhangum.
Verkfrøði (B.Sc.)
Her fært tú vitan um og praktiskar førleikar í verkfrøði við denti á evni sum burðardygd í t.d. bygging, orkuveiting, orkunýtslu, el-veiting og vitan um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri samfelag og umhvørvi. Verkfrøðiútbúgvingin er ein útbúgving við trimum sergreinum, Byggi-, El-, og Orkuverkfrøði.
Web-menning
Her lærir tú um teldufrøði og forritan, dátugrunnar og KT-skipanir, dátusamskifti umvegis føst og tráðleys net, internet og web-skipanir, forritanarverkfrøði og fíggjarstýring. Eftir lokið prógv kanst tú virka sum web-mennari við førleikum í KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu, KT-rakstri, KT-trygd, heimasíðuskipanum o.a.
Hjánám í søgu
Endamálið við útbúgvingini er m.a. at útbúgva tey lesandi í at vera lærarar í miðnámsskúlum.
Hjánám í søgu eigur at geva teimum lesandi vitan og innlit í føroyska og alheims søgu og søguvísindalig háttaløg.
Hjánám í føroyskum
Endamálið við útbúgvingini er m.a. at útbúgva tey lesandi í at vera lærarar í miðnámsskúlum.
Hjánám í føroyskum eigur at geva teimum lesandi vitan og innlit í føroyskt mál og føroyskar bókmentir samtíðarliga og søguliga.