Útbúgvingarbólkur: Tøkni – Maskin og framleiðsla

  • Gullsmiður

    Sum gull- og silvursmiður arbeiðir tú við gulli, silvuri og platin. Tú lærir um metallini og um, hvussu man teknar, formar og ger t.d. smúkkur og aðrar prýðislutir.

    Á útbúgvingini lærir tú m.a. at formgeva, framleiða og umvæla prýðislutir.

    Tú lærir at vegleiða kundum um val av edelmetal, form og snið. Tað krevur, at tú altíð fylgir við mótanum og teimum nýggjastu teknikkunum.

  • Sveisari

    Ein sveisari arbeiðir við at gera tilskeringar og tilevna rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir. Eisini fæst ein sveisari við einfaldar framleiðsluupp­ gávur, bæði handaligar og við maskin­ um, og gera skap í plátu-, rør- og stál­tvørskurðum. Aðrar uppgávur eru eitt nú at røkja amboð og við­gera yvirflatur úr metalli og øðrum tilfari, og at leggja til rættis samansettar sveisiuppgávur.

  • Seglmakari

    Sum seglmakari lærir tú at seyma og umvæla segl, presendingar, dúkar, markisur og annað mangt. Tú lærir eisini at sniðgeva nýggjar vørur til framleiðsluna.

  • Rør- og blikksmiður

    Sum rør- og blikksmiður gert og røkir tú vatnskipanir, hitaskipanir og ventilatións­inn­leggingar í eitt nú sethúsum og virkjum. Eisini fert tú at seta HVS-stýriskipanir upp og geva vegleiðing, umframt at røkja og umvæla skipanir innan yrkið.

  • Rørsmiður

    Rørsmiðir fáast við at tilevna og røkja HVS-stýriskipanir oljuketlar og aðrar orkuskipanir til eitt nú sethús, verksmiðjur og virkir. Tú fært grundleggjandi frálæru í smiðju- og maskinarbeiði, sum brynjar teg til at virka sum handverkari innan eitt nú jarn og metal.

  • Plastmakari

    Ein plastmakari skapar fjølmangar lutir úr plastiki, alt frá leikum til stórar vindmylluveingir. Tú fert at arbeiða nógv við maskinum, sum forma vørurnar, og tú skalt eitt nú fyrireika og halda eyga við arbeiðinum.

  • Maskinsmiður

    Í maskinsmiðjulæru fært tú grundleggjandi frálæru um maskinur í vinnuni, og tú lærir at forrita, seta upp og dagføra tær. Undir útbúgvingini lærir tú at gera maskinlutir (dreya og fresa) til eitt nú motorar, pumpur o.a. Harumframt lærir tú grundleggjandi sveising og motorlæru. Maskinsmiðir starvast ymisk støð, so sum á skipasmiðjum og á verkstøðum innan smiðju og maskinídnaðin.

  • Kølitøkningur

    Ein kølitøkningur arbeiðir við køliskipanum og luftskiftisskipanum, og undir útbúgvingini lærir tú at seta skipanirnar upp, umvæla tær og halda tær við líka. Talan er um skipanir heilt frá smáum køli­skápum til stórar skipanir í vinnuni.

  • Fínstálsmiður í rustfríum tilfari

    Tú lærir at sveisa, bora, skera og sum heild viðgera rustfrítt tilfar og gera tað til kassar, rørskipanir og annað. Undir útbúgvingini tekur tú eisini prógv í sveising.

  • Fínstálsmiður

    Ein fínstálsmiður arbeiðir við stáli, og upp­ gávurnar kunnu t.d. vera at smíða eitt nú trappur, stigar, lás og portur burtur úr stáli. Undir útbúgvingini fært tú grundleggjandi vitan um at arbeiða við metal.