Sum seglmakari lærir tú at seyma og umvæla segl, presendingar, dúkar, markisur og annað mangt. Tú lærir eisini at sniðgeva nýggjar vørur til framleiðsluna.
Útbúgvingarbólkur: Yrkisútbúgvingar
Yrkisútbúgvingar fevna um allar føroyskar yrkisútbúgvingar, har tann útbúgvandi hevur lærusáttmála við eitt føroyskt virki.
Rør- og blikksmiður
Sum rør- og blikksmiður gert og røkir tú vatnskipanir, hitaskipanir og ventilatiónsinnleggingar í eitt nú sethúsum og virkjum. Eisini fert tú at seta HVS-stýriskipanir upp og geva vegleiðing, umframt at røkja og umvæla skipanir innan yrkið.
Rørsmiður
Rørsmiðir fáast við at tilevna og røkja HVS-stýriskipanir oljuketlar og aðrar orkuskipanir til eitt nú sethús, verksmiðjur og virkir. Tú fært grundleggjandi frálæru í smiðju- og maskinarbeiði, sum brynjar teg til at virka sum handverkari innan eitt nú jarn og metal.
Plastmakari
Ein plastmakari skapar fjølmangar lutir úr plastiki, alt frá leikum til stórar vindmylluveingir. Tú fert at arbeiða nógv við maskinum, sum forma vørurnar, og tú skalt eitt nú fyrireika og halda eyga við arbeiðinum.
Maskinsmiður
Í maskinsmiðjulæru fært tú grundleggjandi frálæru um maskinur í vinnuni, og tú lærir at forrita, seta upp og dagføra tær. Undir útbúgvingini lærir tú at gera maskinlutir (dreya og fresa) til eitt nú motorar, pumpur o.a. Harumframt lærir tú grundleggjandi sveising og motorlæru. Maskinsmiðir starvast ymisk støð, so sum á skipasmiðjum og á verkstøðum innan smiðju og maskinídnaðin.
Lastbilmekanikari
Sum lastbilmekanikari lærir tú um akfør, ið eru omanfyri 3.500 kilo, eitt nú lastbilar, bussar, vøruvognar og viðfestisvognar. Tú lærir um ymisku sløgini av motorum og skipanum í tyngri akførum og at viðlíkahalda hesi.
Flogtøkningur
Sum flogtøkningur lærir tú at halda við líka, kanna, umvæla og klárgera flogfør við turbinumotorum og stempulmotorum og tyrlur við turbinu motorum.
Kølitøkningur
Ein kølitøkningur arbeiðir við køliskipanum og luftskiftisskipanum, og undir útbúgvingini lærir tú at seta skipanirnar upp, umvæla tær og halda tær við líka. Talan er um skipanir heilt frá smáum køliskápum til stórar skipanir í vinnuni.
Fínstálsmiður í rustfríum tilfari
Tú lærir at sveisa, bora, skera og sum heild viðgera rustfrítt tilfar og gera tað til kassar, rørskipanir og annað. Undir útbúgvingini tekur tú eisini prógv í sveising.
Entreprenørmaskinmekanikari
Tú lærir at eftirhyggja og umvæla maskinur innan byggiyrkið, eitt nú gravimaskinur, rennugravarar og kranar. Umvælingarnar kunnu eitt nú vera skift av motorum, stýriliðum, bremsum og koblingum.
