Sum kokkur lærir tú alskyns mátar at gera mat og fært innlit í kunstin at handfara rá vørurnar, so at maturin skal síggja leskiligur út og smakka væl. Tú lærir eisini um heilsu og kost, og um hvussu tú hevur fyrilit fyri umhvørvi og burðar dygd.
Útbúgvingarbólkur: Yrkisútbúgvingar
Yrkisútbúgvingar fevna um allar føroyskar yrkisútbúgvingar, har tann útbúgvandi hevur lærusáttmála við eitt føroyskt virki.
Kokkahjálpari
Sum gastronomhjálpari fært tú ta mest grund leggjandi frálæruna innan mat gerð og rávørur. Eftir lokna útbúgving kanst tú starvast sum gastronomhjálpari í kantinum ella stórkøkum á t.d. stovnum ella virkjum, ella tú kanst lesa víðari innan matyrkið.
Medikotøkningur
Á útbúgvingini sum medikotøkningur lærir tú at installera og halda við líka samskiftis-, vakmynda- og royndarstovuútgerð umframt elektroniskar skipanir og tól til eitt nú sjúkrahús.
KT-supportari
Undir útbúgvingini fært tú vitan um tøknina handan KT-skipanir, og tú fært førleikar at ávirka og menna tøkni. Tú lærir um framkomnar KT-skipanir, og tú fært eitt nú sum upp gávu at halda tær við líka.
Gourmetslaktari
Ein gourmetslaktari veit alt um kjøt, og hvussu tað skal handfarast. Á skúlanum lærir tú, hvussu kjøtið í ymiskum djórum er, og hvussu tað skal skerast og goymast fyri at vera fyrsta floks. Í donsku skúlunum er undirvísingin tillagað eftir teirri sergrein, tú velur.
Føðsluhjálpari
Ein føðsluhjálpari lærir at gera heilsugóðan mat á eitt nú stovnum og í stórkøkum. Tú verður við í mannagongdini, ið tryggjar, at maturin er bæði heilsugóður og leskiligur, og tú kemur eisini at fáast við innkeyp, borðreiðing og upprudding.
Elektronikkfaktøkningur
Undir útbúgvingini sum ektronikkfaktøkningur lærir tú at seta upp og halda við líka t.d. samskiftisútgerð, vakmyndaútgerð og royndarstovuútgerð, umframt elektroniskar skipanir og tól til eitt nú sjúkrahús.
Elektrikari
Ein elektrikari arbeiðir við el-innleggingum til t.d. set hús, skrivstovur, virki og skip. Talan kann vera um t.d. ljós, motorar, elektroniskar stýringar til flutnings skipanir og framleiðslueindir. Eisini fæst elektrikarin við fjarskiftis, dátu og antennu-innleggingar.
Føðsluatstøðingur
Ein føðsluatstøðingur ger heilsugóðan mat á stovnum og í størri køkum. Tú skalt gera mat til nógv fólk, og dentur verður lagdur á, at maturin sær leskiligur út. Tú fært grundleggjandi vitan um føðslu og matgerð, og tú kemur at luttaka í allari mannagongdini, ið fevnir um matskrá, innkeyp, goymslu, matgerð, borðreiðing og upptak.
Bakari
Útbúgvingin sum bakari gevur tær grundleggjandi vitan um bakstur og bakstur rávøru sum heild. Á donsku skúlunum eru ymiskar sergreinar innan bakarayrkið: bagværker, håndværksbager og detailbager.
