Útbúgvingarbólkur: Miðnámsútbúgvingar

  • Fyrireikingarbreyt

    Fyrireikingarbeytin er ein almennandi og lestrarfyrireikandi útbúgving, ið fevnir breitt um fleiri evni.
    Á fyrireikingarbreytini er nógv vanlig floksundirvísing, men eisini bólka – arbeiði og verkætlanararbeiði. Eisini er møguleiki at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
    Útbúgvingin er serliga ætlað tilkomnum, sum hava havt ein steðg frá skúlanum, men ætla sær víðari á eina styttri ella miðallanga útbúgving. Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru somuleiðis vanligar.

    Vallærugreinar: Á fyrireikingarbreytini skalt tú velja vallærugreinar, soleiðis at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.

    Framtíðarmøguleikar: Útbúgvingin gevur atgongd at søkja inn á hægri lærustovnar. At útbúgvingin, ið tekur tvey ár, í fleiri lærugreinum endar við lægri stigi enn á útbúgvingum, ið taka trý ár, kann hava ávísar avmarkingar við sær. Fyri at koma inn á ávísar hægri framhaldsútbúgvingar, noyðist tú at taka eina ella fleiri lærugreinar á hægri stigi.

    Felags- og breytalærugreinar: Føroyskt A, Søga A, Enskt B, Ítróttur og heilsa C, Religión C, Samfelagsfrøði C, Støddfrøði C.

  • Tøknibreyt

    Á tøknibreytini verður dentur lagdur á náttúru – vísindaligu lærugreinarnar støddfrøði, tøkni, alisfrøði, lívfrøði og evnafrøði.
    Undirvísingin er í stóran mun skipað sum verkætlanir og fer fram á starvsstovum og verkstøðum, har tú í stóran mun roynir skúlalærdóm í verki.
    Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru somuleiðis vanligar.

    Vallærugreinar: Á tøknibreytini skal næmingurin velja nakrar vallæru – greinar. Tá hesar verða valdar, er ein treyt at ein teirra skal lyfta eina felagslæru – grein ella breytarlærugrein frá B til A. Hetta tryggjar, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.

    Framtíðarmøguleikar: Við einum prógvi frá tøknibreytini eru fjølbroyttir møguleikar – alt eftir hvørjar lærugreinar, tú velur. Tøknibreytin vendir sær serliga til tey, sum ætla sær undir eina tøkniliga ella náttúruvísindaliga útbúgving sum t.d. verkfrøði. Annars ber til við einum prógvi frá tøknibreytini at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum útbúgvingarstovnarnir seta um ávísar lærugreinar á ávísum stigi.

    Felags- og breytalærugreinar: Føroyskt A, Tøkni A, Alisfrøði B, Enskt B, Evnafrøði B, Støddfrøði B, Tøknifrøði B, Ítróttur og heilsa C, Lívfrøði C, Samfelagsfrøði C, Samskiftistøkni C, Søga C.

  • Tilfeingisbreyt

    Á tilfeingisbreytini verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Breytin fevnir eisini um málslig, hugvísindalig og samfelagslig evni.
    Tilfeingisbreytin er serliga ætlað teimum, sum hava áhugað fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardygd. Tískil er talan um eina grøna breyt.
    Undirvísingin á tilfeingisbreytini er lutvíst vanlig floksundirvísing, starvsstovuarbeiði, bólkaarbeiðið og verkætlanararbeiði v.m.
    Vitjað verður á stovnum og virkjum. Kanningar og royndir verða gjørdar úti í náttúruni. Námsferðir eru partur av undirvísingini.
    Tvær lærugreinir eru, sum ikki finnast á øðrum breytum. Tann fyrra er tilfeingisfrøði B, sum skal geva næmingunum grundleggjandi vitan um tey ymsu sløgini av livandi verum í føroysku náttúruni, og um skynsama gagnnýtslu av náttúrutilfeinginum. Hin er tilfeingi A, har næmingarnir arbeiða við trimum verkætlanum triðja skúlaárið. Verkætlanir kunnu gerast innan hesi øki: Náttúrutilfeingi, aling, landbúnað, fiskiskap og veiðu, framleiðslu og náttúrunýtslu.

    Vallærugreinar: Á tilfeingisbreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinar. Tá hesar verða valdar, er ein treyt, at ein teirra skal lyfta eina felagslærugrein ella breytarlærugrein frá B til A. Hetta tryggjar, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.

    Framtíðarmøguleikar: Tilfeingisbreytin gevur tær møguleika at lesa náttúrufrøðiligar lærugreinar sum lívfrøði, tilfeingisfrøði, umhvørvisvísindi og umhvørvisbúskap. Men til ber eisini at velja aðra útbúgvingarleið eins og á hinum breytunum, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum. Við próvnum kanst tú eisini skapa tær eina framtíð sum t.d. náttúruvegleiðari, lívfrøðiatstøðingur ella íverksetari.

    Felags- og breytalærugreinar: Føroyskt A, Tilfeingi A, Enskt B, Evnafrøði B, Lívfrøði B, Støddfrøði B, Tilfeingisfrøði B, Alisfrøði C, Ítróttur og heilsa C, Samfelagsfrøði C, Samskiftistøkni C, Søga C.

  • Náttúrubreyt

    Á náttúrubreytini verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni so sum skapandi lærugreinar og mállæru – greinar.
    Undirvísingin á náttúrubreytini er lutvíst vanlig floksundirvísing, men eisini bólkaarbeiði og verkætlanararbeiði. Tú fært møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
    Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru somuleiðis vanligar.

    Vallærugreinar: Á náttúrubreytini eru vallærugreinar, sum teir tríggir miðnámsskúlarnir skipa eftir ymiskum leisti.
    Til ber at lesa meira um hetta á heimasíðunum hjá einstøku skúlunum. Felags er, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.

    Framtíðarmøguleikar: Náttúrubreytin gevur tær møguleika at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og læru – greinastigum.Útbúgvingin hevur serliga sum mál at fyrireika teg til tær náttúruvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.

    Felags- og breytalærugreinar: Føroyskt A, Søga A, Alisfrøði B, Enskt B, Støddfrøði B, Evnafrøði C, Ítróttur og heilsa C, Landafrøði C, Lívfrøði C, Religión C, Samfelagsfrøði C.

  • Hugbreyt

    Á hugbreytini verður dentur lagdur á málslig og hugvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni so sum skapandi lærugreinar og náttúrulærugreinar.
    Undirvísingin á hugbreytini er lutvíst vanlig floksundirvísing, men eisini bólkaarbeiði og verkætlanararbeiði. Tú fært møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
    Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru somuleiðis vanligar.

    Vallærugreinar: Á hugbreytini eru vallærugreinar, sum teir tríggir miðnámsskúlarnir skipa eftir ymiskum leisti. Til ber at lesa meira um hetta á heimasíðunum hjá einstøku skúlunum. Felags er, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.

    Upptøkutreyt: Treyt fyri upptøku á hugbreyt er at tú hevur tikið týskt sum lærugrein í fólkaskúlanum.

    Framtíðarmøguleikar: Hugbreytin gevur tær møguleika at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum.
    Útbúgvingin hevur serliga sum mál at fyrireika teg til tær hugvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.

    Felags- og breytalærugreinar: Føroyskt A, Søga A, Enskt B, Ítróttur og heilsa C, Landafrøði C, Lívfrøði C, Religión C, Samfelagsfrøði C, Støddfrøði C.

  • Búskaparbreyt

    Á búskaparbreytini verður dentur lagdur á búskaparlig og samfelagslig evni innan eitt nú roknskap, marknaðarføring og samfelagsbúskap. Eisini verður dentur lagdur á mál og altjóða viðurskifti.
    Undirvísingin á búskaparbreytini er lutvíst vanlig floksundirvísing, men eisini bólkaarbeiði og verkætlanararbeiði. Tú fært møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum. Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru somuleiðis vanligar.

    Vallærugreinar: Á búskaparbreytini eru vallærugreinar, sum teir tríggir miðnámsskúlarnir skipa eftir ymiskum leisti. Til ber at lesa meira um hetta á heimasíðunum hjá einstøku skúlunum. Felags er, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.
    Til ber at søkja inn á 2. árið á búskaparbreytini við FHS-prógvi.

    Framtíðarmøguleikar: Búskaparbreytin gevur tær møguleika at søkja um upptøku á øllum hægri lærustovnum.
    Tær lærugreinar og tey lærugreinastig, tú velur, kunnu ávirka tínar møguleikar at koma beinleiðis inn á einstakar útbúgvingar. Tí er umráðandi at kunna teg um hesi viðurskifti, áðrenn tú velur vallærugreinar og lærugreinastig.
    Útbúgvingin hevur sum mál at fyri – reika teg til hægri lestur á handilsháskúla, universiteti og øðrum hægri lærustovnum, og kann við fyrimuni verða brúkt í sambandi við eina yrkisútbúgving innan merkantila økið.

    Felags- og breytalærugreinar: Føroyskt A, Enskt B, Altjóða búskapur B, Søga B, Virkisbúskapur B, Ítróttur og heilsa C, Samfelagsfrøði C, Støddfrøði C, Vinnurættur C.

  • Skapandi fyrireikingarbreyt

    Glasir bjóðar eina skapandi fyrireikingarbreyt, sum svarar til fult fyrireikingarprógv, við møguleika at velja eitt eyka A-stig. Bókligar lærugreinar verða samantvinnaðar við kreativar og yrkisfakligar lærugreinar. Eitt tvørfakligt samstarv millum gymnasialar og yrkisrættaðar lærugreinar, serliga innan tilvirkis- og klædnaatstøði.

    Framtíðarmøguleikar: Umframt at geva somu møguleikar sum fyrireikingarbreytin, hevur skapandi fyrireikingarbreytin eitt eyka A-stig og nakrar kreativar lærugreinar, ið kunnu geva fleiri valmøguleikar til víðari útbúgving.

  • Serbreyt

    Á serbreyt eru vanligu upptøkukrøvini til miðnám ikki galdandi, og miðað verður eftir serligum serbreytarprógvi. Undirvísingin á serbreyt verður váttað við prógvi eftir OCN-skipanini. Undirvísingin er bygd á læruætlan, sum er gjørd til tín. Dentur er lagdur á, at tú kemur at klára teg í dagliga lívinum, at læra ymiskt bókmentaligt og/ella listaligt, teldunýtslu og handaligt arbeiði. Tær stendur eisini í boði at menna sosialar, yrkisligar og persónligar førleikar, treytað av tørvi tínum.

    Undirvísingin á serbreyt er á Miðnámi á Kambsdali, Glasi. Miðnámi í Suðuroy og Tekniska skúla í Klaksvík.

    Vanligu lærugreinarnar eru á tí stigi, sum tú megnar. Undirvísing og hentleikar eru lagað til tørvin hjá tí einstaka. Við einum serbreytarprógvi hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á starvsvenjingarstøð, arbeiðspláss ella aðra við – komandi útbúgving.

  • Klædnaatstøði

    Klædnaatstøði er ein grund­ útbúgving, har tú av sonnum fært høvi at royna tíni skapandi evnir innan mótaverðina. Út­búgv­ing­in er spennandi og kreativ, og tú fært hollan kunnleika innan klædnaframleið­slu.

    Arbeitt verður við snið­geving, seym­­­ing, konstruktión og móta­­søgu. Sum útbúgvin klædna­­tstøðingur hevur tú møguleika at lesa víðari til sniðgeva, klædnahandverkara, ella tú kanst velja at arbeiða á seymistovu ella gerast sjálv­støðug/ur vinnurekandi.

  • Sjálvlestur

    Tað ber til sum sjálvlesandi at fyrireika seg til gymnasiala miðnámsskúlapróvtøku. Í hesum føri skalt tú tosa við lestrarvegleiðara á skúlanum, har tú ætlar at fara til próvtøku, m.a. fyri at fáa kunning um próvtøkukrøv, pensumkrøv og fakliga innihaldið í lærugreinunum.
    Í lærugreinunum alisfrøði, evnafrøði, ítrótti og lívfrøði skalt tú hava fylgt starvsstovuskeiðunum í lærugreinini, sum tú ætlar tær til próvtøku í. Innskriving til próvtøku sum sjálvlesandi fer fram í seinasta lagi 15. mars í tí skúla, har tú ynskir at fara til próvtøku. Lýst verður fyrst í februarmánaði um innskrivingarfreist.