Fyri at verða tikin upp sum stakgreinalesandi skalt tú hava fylt 18 ár í seinasta lagi 31. desember í tí skúlaári, undirvísingin byrjar, og tú skalt lúka fakligu fortreytirnar í lærugreinunum, sum tú innskrivar teg til. Innskrivingin fer fram á innskriving.fo.
Tú skalt venda tær til tann skúlan, har tú ynskir at fylgja undirvísingini, og tosa við lestrarvegleiðara um upptøku. Stakgreinalesandi verða tikin upp, um pláss er. Seinasta freist at innskriva seg sum stakgreinalesandi er 25. juni í tí ári, tú ynskir at byrja undirvísingina.
Útbúgvingarbólkur: Miðnámsútbúgvingar
Stakgreinalestur
Serflokkur innan autismuøkið
Serflokkur innan autismuøkið er ætlaður ungum, sum hava tørv á serliga skipaðum skúlatilboðum, har stuðulsfyriskipanir eru í og, um neyðugt, eftir skúlatíð. Vanligu upptøkukrøvini til miðnám eru galdandi fyri serflokkin. Eyðkenni við serflokkinum eru, at floksundirvísingin er serliga skipað og fer fram í flokki við fáum næmingum. Bólkaarbeiði og verkætlanararbeiði eru eisini partur av gerandisdegnum. Í serflokki fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum. Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan eru somuleiðis vanligar.
Serflokkurin hevur eina felags breyt. Í serflokkinum skal næmingurin velja nakrar vallærugreinar. Hesar verða valdar eftir ávísum treytum fyri at tryggja, at prógvið uppfyllir formligu krøvini á breytini.Framtíðarmøguleikar
Við einum prógvi frá serflokki hevur tú ognað tær førleika at søkja inn á ymsar hægri lærustovnar, alt eftir hvørjar lærugreinar eru og verða valdar. Eitt gymnasialt prógv innan autismuøkið hevur sama virði sum prógv frá hinum útbúgvingunum í gymnasialu breytaskipanini. Einasti munurin er, at talan er um 4 ára útbúgving.Upptøka
Upptøka til serflokk innan autismuøkið er vanliga annaðhvørt ár. Eingin upptøka er í 2025.FHS
FHS er eitt árs grundútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu, har dentur verður lagdur á handilslig og samfelagslig evni, so sum roknskap, marknaðarføring og samfelagsfak.
Eisini verður dentur lagdur á mál og kunningartøkni, og tú fært møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
FHS kann takast sum partur av einari yrkisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu.
FHS er ein føroysk útbúgving sum einans gevur atgongd til handils- og skrivstovuútbúgvingar í Føroyum, og til útbúgvingar innan Handel og Detail í Danmark.
Virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á FHS.Framtíðarmøguleikar: Við einum FHS-prógvi kanst tú fara í læru á skrivstovu ella í handli, og tekur tú útbúgvingina í Føroyum, fært tú stytt lærutíðina við einum ári. Velur tú eina útbúgving til skrivstovu við sergrein, er skúlagongdin í Danmark og tá er ein miðnámsútbúgving partur av útbúgvingartíðini og tað kann merkja, at tú ikki fært stytt lærutíðina. Velur tú eina útbúgving til sølu við sergrein, er skúlagongdin eisini í Danmark og útbúgvingarlongdin 2 ár og 6 mánaðir. Tá er kravið einans 5 fak á C-stigi, og tú fært stytt lærutíðina við 6 mánaðum, um tú hevur tikið FHS frammanundan. Meir kann lesast um krøvini undir sjálvari yrkisútbúgvingini.
Velur tú at halda áfram á búskaparbreyt á 2. ári, tá tú hevur lokið FHS, eru ávís krøv um lærugreinar á C-stigi, og tað er leiðari skúlans, sum metir um útbúgvingina, sum tú nýtir sum upptøkugrundarlag. Um mett verður, at tú hevur fortreytir svarandi til Cstigsførleika í lærugreinunum fyrsta árið, og annars er før/ur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt, kann umsóknin verða gingin á møti.
Tú eigur at vita, at onkrar avmarkingar eru við FHS-próvnum, um tú fert av landinum at útbúgva teg víðari, t.d. innan skrivstovu í Danmark. Kanna tí hetta fyrst, um tað er tín ætlan at útbúgva teg víðari uttanlands.